Innanlands

Streymurin verður aftur innanfyri hálvan tíma

Hetta váttar vaktleiðarin hjá SEV fyri Portalinum. Í løtuni verður arbeitt við at fáa alt í gongd aftur. Tað er framvegis ikki greitt, hví streymurin í meginøkinum hevur verið burtur í meira enn ein tíma

2019-12-09 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Umleið klokkan hálvgum sjey í morgun varð streymslit í øllum meginøkinum. 

Les meira: Streymurin farin um alt meginøkið

Streymveitingin hevur verið svikalig í ymsum pørtum av landinum í løtum í vikuskiftinum, og í morgun er stórur partur av landinum raktur.

Nú gongur tó ikki so leingi afturat, til streymurin er aftur. Vit frættu frá SEV fyri lítlari løtu síðani, at tað verður av øllum alvi arbeitt fyri at starta upp aftur nú, og um tað gongst sum ætlan, so verður tað høgst ein hálvur tími, til streymurin er aftur.

Tað ber framvegis ikki til at siga, hví streymurin fór.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder