2021-03-22 21:15
Í tíðarskeiðnum oktober – desember strikaði Facebook 1,3 mia. falskar brúkarar. Tað sigur fyritøkan í dag.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevur Facebook í løtuni 35.000 starvsfólk, sum arbeiða við trupulleikanum við skeivum ella villeiðandi upplýsingum á sosiala miðlinum.
Facebook sigur eisini, at tey hava strikað fleiri enn 12 mió. uppsløg um covid-19 og koppseting, sum altjóða serfrøðingar á heilsuøkinum siga innihalda skeivar ella villeiðandi upplýsingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald