Ein partur av uppskotinum um broytingar í fólkaskúlalógini er ein styttur skúladagur. Ein styttri skúladagur merkir, at allar lærugreinar, onkursvegna, verða ávirkaðar. Tað fer at elva til nógv kjak og høvuðbrýggj, hvussu lærugreinabýtið skal síggja út, um skúladagurin verður styttur. Eingin lærari ynskir, at “sín” lærugrein skal niðurraðfestast.
Hetta staðfestir Eyðbjartur S. Skaalum. Nevndarlimur Føroya Lærarafelags staðfestir í skrivi á skulabladid.fo, at tað at stytta skúladagin kann hava ymiskar keðiligar avleingar.
Umframt minni tíð til einstakar lærugreinar ger hetta eisini læraratørvin minni. Tað er heldur ikki bert ein ov langur skúladagur, sum gevur nøkur ov troytt børn og ung.
Les alt skrivið niðanfyri:
Allar lærugreinar hava týdning fyri menningina hjá einstaka næminginum, fyri allan flokkin og hevur í síðsta enda stóra ávirkan á okkum øllum.
Eg meti, at tað er stórur munur á einum longum skúladegi, tá hugt verður at klokkutíðini, ið næmingarnir eru í skúla, og tí sum næmingarnir í roynd og veru gera, tá teir eru í skúla. Dagurin kann tykjast drúgvur og langdrigin, tí hann ein einstáttaður, tí ber til, heldur enn at stytta dagin, at umskipa undirvísingina, tímatalvuna osfr.
Verður skúladagurin styttur, verður tørvur á færri lærarum, tí tímarnir eru ikki eins nógvir, sum teir eru nú. Við øðrum orðum – tað verða færri lærarar í skúlunum.
Fyri meg hevur tað týdning at tryggja læraran, at tryggja, at skúlin hevur nokk av útbúnum lærarum at taka sær av trivnaði og læring.
Tí skal veitast trygd fyri, at teir tímarnir, ið verða til yvurs, um skúladagurin verður styttur, verða brúktir til tvílæraraskipan á skúlanum. Teir mugu fyri alt í verðini ikki detta burtur, tí vit hava ikki ráð til eina skúla við færri lærarum.
Ein av orsøkunum til ætlaðu broytingina er, at næmingarnir eru troyttir, tá teir eru í skúla, teir hava trupult við at hugsavna seg, teir fáa ikki tað burturúr, ið ynskiligt er.
Men fer ein styttur skúladagur at loysa hesa avbjóðingina? Er nøkur vissa fyri, at hetta er loysnin?
Eitt annað, ið er komið fram, nú kjakast hevur verið um hetta, er, at næmingarnir fáa meiri yvirskot til frítíðarvirksemi og arbeiði, tá skúladagurin verður styttur.
Skulu vit stytta skúladagin, so næmingarnir fáa betur stundir til ítrótt og arbeiði?
Eg sakni, at kjakið um frítíðarvirksemi, arbeiði og skermtíð verður tikið við.
Lærarar møta javnan næmingum, sum eru undirsvøvntir, tí teir hava arbeitt langt út á kvøldarnar, teir hava ligið við skerminum ov leingi út á náttina, og onnur eru troytt orsakað av frítiðarvirksemi. Eftir mínum tykki, so er hetta avgjørt ein faktorur, ið spælir inn, tá vit tosa um troyttar næmingar, tað er ikki bara skúladagurin, ið er ov langur.
Er ætlanin, at vit skulu “framleiða” ítróttarfólk á høgum støði ella vilja vit menna næmingar, ið duga at lesa, rokna, skriva, hugsa sjálvstøðugt og kritisk? Hetta seinna er tað sum samlað gevur okkum upplýstar samfelagsborgarar, ið megna at bera land okkara víðari fram á leið, og er samstundis við til, at ítróttarfólk klára seg væl á lívsleiðini.
Vit mugu hava í huga, áðrenn uppskotið verður samtykt, at námsætlanirnar í ymsu lærugreinunum samsvara ikki við stytta skúladagin. Tær eru ikki dagførdar til tað. Tað merkir, við øðrum orðum, at tú skalt klára tað sama upp á minni tíð.
Eg ímyndi mær ikki, at nakar venjari sigur við íðkaran: “Tú verður dugnaligari um tú ikki venur so nógv og so hart.”
Vit hava ikki próvtøkuhættir, ið eru tillagaðir til hetta, lærarar eru ikki ílatnir til hetta. Eftir mínum tykki eru vit als ikki klár at gera so umfatandi broytingar í skúladegnum.
Verður skúladagurin styttur, merkir tað samstundis, sum støðan er nú, at arbeiðsbyrðan hjá næmingunum verður størri heima. Tað verður minni tíð til arbeiði í skúlanum, og tørvur at gera meir skúlating heima. Krøvini til skúlan eru jú, sum sagt, tey somu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald