2025-04-28 12:59

Stórir partar av Suðurevropa eru í løtuni rakt av streymsliti. Spanska elfelagið Red Electrica arbeiðir við at fáa streymin aftur, men sagt verður, at tað kann taka millum seks og tíggju tímar, áðrenn øll hava fingið streymin aftur.
Boðað verður frá, at alt Spania er rakt, umframt Portugal og partar av Fraklandi.
Streymslitið hevur m.a. elvt til stórar ferðsluproppar, har ferðsluljósini eru óvirkin, og eisini tokferðslan er ávirkað.
Orsøkin til streymslitið er enn ikki greið, skrivar DR.
Dagførd kl. 14.04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald