
Suðurkoreanski forsætisráðharrin, Han Duck-soo er í dag aftur settur sum virkandi forseti í Suðurkorea, eftir at ein stýrisskipanardómstólur hevur avvíst eitt ríkisrættarmál móti honum, skrivar Ritzau.
Tað var 14. desember í fjør, at Han Duck-soo gjørdist virkandi forseti, eftir at suðurkoreanska tjóðartingið hevði samtykt at reisa ríkisrættarmál móti sitandi forsetanum, Yoon Suk-yeol. Orsøkin var hernaðarligu undantaksstøðuna, sum hann lýsti í landinum fyrst í desember.
Tvær vikur seinni samtykti ein meiriluti í suðurkoreanska tjóðartinginum eisini at reista ríkisrættarmál móti Han. Grungevingin var, at hann hevði noktað atutnevna tríggjar ríkisrættardómarar at døma málið móti Yoon. Hann vildi bert útnevnadómarar, um politisku flokkarnir í suðurkoreanska tinginum kundu semjast um teir.
27. desember samtykti tjóðartingið at reisa ríkisrættarmál móti Han Duck-soo, og síðani gjørdist fíggjarmálaráðharrin, Choi Sang-mok virkandi forseti. Men nú dómstólurin hevur avvíst málið móti honum, er Han Duck-soo aftur virkandi forseti.
Grundgevingin hjá stýrisskipanardómstólinum er, at hóast tað er ólógligt ikki at útnevna dómarar, er tað ikki nóg mikið til at verða koyrdur frá. Heldur ikki vórðu prógv funnin fyri, at Han skal hava spælt ein leiklut í sambandi við hernaðarligu undantaksstøðuna.
Tað var væntað, at ríkisrættarmálið móti Yoon Suk-yeol skuldi avgreiðast miðskeiðis í hesum mánaðinum, men enn er ikki boðað frá, nær avgerðin fellur í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald