Talið á fyrrverandi koronasjúklingum í Suðurkorea, sum nú eru staðfest positiv fyri aðru ferð er nú komið upp á 179, upplýsa landsins heilsumyndugleikar.
Tilsamans eru fleiri enn 8.000 fólk í landinum staðfest frísk eftir at hava havt COVID-19.
Sambært Ritzau, er enn ógreitt, hvat orsøkin til hetta er. Fleiri serfrøðingar meta tað tó vera ósannlíkt, at koronasjúklingar kunnu verða smittaðir beint eftir, at teir eru staðfestir frískir. Suðurkoreansku heilsumyndugleikarnir ætla nú at kanna málið.
Spurningurin um fólk kunnu fáa COVID-19 sjúkuna meira enn eina ferð hevur fingið fólk í fleiri londum at stúra, eitt nú í Suðurkorea, sum annars sær út til at hava fingið tamarhald á farsóttini.
Heimsheilsustovnurin WHO ávaraði í gjár um, at mann fyribils einki prógv hevur sæð um at fólk, sum hava havt COVID-19, gerast mótstøðufør.
Les eisini: – Einki prógv um at fyrrverandi koronasjúklingar eru mótstøðuførir
Sambært suðurkoreansku heilsumyndugleikunum er tó einki, sum bendir á, at fólk, sum verða staðfest positiv fyri aðru ferð kunnu smitta onnur. Menn enn eru nógvir ósvaraðir spurningar um sjúkuna.
Sambært worldometers.info eru 10.661 tilburðir staðfestir í Suðurkorea, og 234 eru deyð.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald