Leygardagin 13. apríl lata tvørafólk dyrnar upp heima hjá sær sjálvum í sambandi við eitt nýtt tiltak, sum sær dagsins ljós á Tvøroyri.
Suðurljóð er heitið á tiltakinum, har smærri bólkar og einstaklingar fara at hava tónleikaframførslur heima hjá privatfólki ymsastaðni í miðbýnum á Tvøroyri.
Tvørafólk og suðuroyingar sum heild eru kendir fyri sítt gestablíða og skemtingarsama lyndi, og saman við góðum tónleiki verður hetta eitt gott høvi at uppliva Tvøroyri frá síni bestu síðu.
Umleið 18 stovukonsertir verða hildnar í 9 ymsum stovum frá klokkan 19:00 til klokkan 23:00, og atgongumerki verða galdandi til allar konsertirnar.
Í næstum verða nøvnini á bólkum og einstaklingum kunngjørd, og tá verður eisini kunngjørt, hvar atgongumerki kunnu keypast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald