Innanlands

Suðuroyar Sparikassi positivt hálvársúrslit

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024 var 3,1 milliónir – og væntaða úrslitið fyri alt árið verður mett til 6 milliónir krónur

2024-09-05 13:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hálvársúrslitið 2024 hjá Suðuroyar Sparikassa vísir eitt úrslit á 3,1 milliónir krónur sammett við 2,8 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at nettorentu- og ómaksgjøld eru hægri, niðurskrivingarnar eru lægri umframt at virksemið sum heild er økt.

Økt virksemi

Útlánini hækkaðu úr 587 milliónum krónum upp í 606 milliónir, sum svarar til ein vøkstur á 19 milliónir krónur ella 3,2 prosent. Fyrra hálvár vaks realkredittfíggingin við 9 prosentum.

Innlánini vóru 752 milliónir krónur sammett við 677 milliónir sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 75 milliónir krónur ella 11,1 prosent.

Eginkapitalurin er øktur úr 69,1 upp í 75,4. milliónir krónur sammett við sama tíðarskeið í fjør.

Solvensur og gjaldføri

Solvensurin var 24,2 prosent samanborið við 22,0 prosent í 2023. Lyklatalið fyri gjaldførið var 576 prosent í mun til lógarkravið á 100 prosent.

Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár:

- Í 2024 eru kundarnir aftur farnir at velja realkredittfígging til bústað, sum er eitt gott val og nakað, ið vit gleðast um. Vit vænta enn størri vøkstur innan realkredittfígging í heyst.

Sparikassastjórin leggur afturat, at væntanin til endaliga ársúrslitið fyri skatt 2024 er 6,0 milliónir krónur.

Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:

Úrslit eftir skatt: 3,1 mió. krónur
Útlán: 606 mió. krónur
Innlán: 752 mió. krónur
Solvensur: 24,2 %
LCR 576 % 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder