Innanlands

Suðuroyartunnilin samtyktur við stórum meiriluta

Fleiri samgongufólk atkvøddu ímóti, men 23 tingfólk atkvøddu fyri, og harvið fer uppskotið til triðju viðgerð seinni í vikuni

(Skíggjamynd: Tingvarpið)

(Skíggjamynd: Tingvarpið)

2026-02-23 19:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eitt drúgt orðaskifti, skuldu løgtingsfólk stutt fyri klokkan 20 atkvøða fyri uppskotinum um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.

Tað var nakað av órógv í tinginum í dag, men tá alt kom til alt var eingin ivi: 23 av teimum 31 tingfólkunum í salinum vóru fyri uppskotinum, við nøkrum smávegis broytingum.

Sí eisini: Løgmaður: Munur á viðgerð - arbeiðið við Suðuroyartunlinum er gjørt óalmindiliga gjølla

Málið kemur til 3. viðgerð seinni í vikuni. Hetta verður eftir øllum at døma mikudagin 25. februar.

Hesi atkvøddu fyri

[object Object]

Hesi atkvøddu ímóti og blankt

[object Object]

Meira seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder