Egyptaland hevur í dag kunngjørt eina óvanliga avgerð: At lata søguligar partar av Suez-veitini upp fyri skipaferðslu. Orsøkin er, at eitt risastórt bingjuskip síðani í gjáramorgunin hevur forðað fyri ferðslu báðar vegir á einum av heimsins mest umráðandi handilsvegi.
Tað er ikki heilt víst, júst hví tað hevur rent seg fast, men tað er greitt, at skipið fyllur eitt sindur. Sambært upplýsingunum er tað 400 metrar langt, 59 metrar breitt, og tað vigar 219,079 tons. Talan er um eitt av størstu bingjuskipunum, ið er í nýstlu, og tað verður framvegis arbeitt við at fáa tað leyst.
Tað er reiðaríið Evergreen, ið eigur Ever Given. Bingjuskipið er skrásett í Panama og var sambært BBC á veg frá Kina til Niðurlond. Suez-veitin er tann styttsti vegurin ímillum Asia og Evropa, og tí eru á ein rúgva av skipum, sum nú vilja sleppa ígjøgnum, men noyðast at taka ein annan veg enn høvuðsveitina.
Uttanlands
Suez-veitin: Stórt bingjuskip stendur fast og tarnar feðsluni
Ever Given sigldi seg fast í gjáramorgunin. Skipið, ið er skrásett í Panama, vigar 219,079 tons og er 400 metrar langt
Ever Given hevur verið fast í høvuðsveitini síðani gjármorgunin
2021-03-24 11:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald