Strandferðslan hevur leigað Tjørnunes at røkja leið 58, millum Hvannasund og Svínoy/Fugloy.
Ætlanin var annars at Súlan skuldi setast í sigling fyri Rituna sum er á beding, tí skrúvan hevði fingið skaða.
Men á veg norður gjørdist greitt, at hol var á útstoytinum hjá Súluni, og tí kraftar hon ov lítið. Sildberin var har á leiðini, og fekk sleipað Súluna til Havnar, at hetta skal umvælast, visti Dagur & vika í kvøld.
Báturin hjá Klaksvíkar Sleipistøð, Tjørnunes, siglir tí til Hvannasund og Svínoy í kvøld og helst í morgin eisini. Í øllum førum til Súlan verður klár aftur.
Tjørnunes tekur 12 ferðafólk.
Skrúvan á Rituni verður væntandi liðugt umvæld 12. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald