2018-08-09 08:48
Summarfestivalurin byrjaði so smátt í gjár við konsert á vágni, men seinnapartin í dag verður festivalurin veruliga skotin í gongd við karneval klokkan 14:30.
Byrjað verður í Klaksvíksgarðinum og gingið verður niðan í Silvalandið, har sum høllirnar eru, har ið barnafestivalurin verður.
Barnafestivalurin byrjar klokkan 15 í dag.
Í kvøld byrja so tær stóru konsertirnar, har m.a. poppbólkurin Aqua skal spæla á Vágsbøi klokkan 22.
Skráin fyri Summarfestivalin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald