Innanlands

Summarfestivalurin: Onki bátapláss eftir

Elsa Poulsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, sigur, at onki bátapláss í Klaksvík er tøkt, nú tað stundar til Summarfestival

Mynd: Facebook/summarfestivalurin

Mynd: Facebook/summarfestivalurin

2018-08-09 13:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Um tað var nakar, ið enn ikki er farin til Klaksvíkar á Summarfestival, men ætlaði at fara við báti, er nú ov seint. Norðoya Kunningarstova váttar fyri portalinum, at øll bátaplássini nú eru tikin. 

- Tað er onki bátapláss, men nøkur fá húsvognapláss eftir, segði Elsa Poulsen, leiðari á kunningarstovuni við portalin fyri døgurða. 

- Eg havi ikki eitt neyvt tal, men vit hava selt beint undir 100 bátapláss, greiðir hon frá. Elsa Poulsen sigur eisini, at tað eru føroyingar, sum koma í báti og við húsvogni á festival. Hon sigur at hetta økið ikki hevur verið merkt av, at talið á ferðafólkum er vaksandi. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder