Innanlands

Sunda kommuna aftur trupulleikar av oljudálking

Oljudálking var í Hvalvík sunnudagin

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2018-11-13 14:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunnudagin gjørdust fólk í varug við at olja var í Myllá i Hvalvík. Fólk frá kommununi hava verið á staðnum og staðfest er, at talan er um oljuleka frá privatum oljutanga.

Sunda sløkkilið arbeiddi í gjár við at taka oljuna upp. Kommunan heitir á fólk um at kanna sínar oljutangar og um so er at dálking sæst, at boða kommununi ella brunaumsjónarmanninum frá sum skjótast.

Eitt reint umhvørvi gagnar øllum. Sunda kommuna skrivar, at ynski hjá kommununi er, at halda umhvørvið reint og fyribyrgja dálking. Lekar frá oljutangum og vinnuligum virksemi er ein vaksandi trupulleiki. Vanligastu orsøkir til oljudálking eru ósketni og ov gamlir oljutangar.

Nøkur góð ráð at tryggja sær móti oljudálking eru:

- At kanna oljutangan, rørleiðingar og oljufýr.

- Kanna um tú hevur trygging, sum umfatar skaðar ið standast av oljudálking frá oljutanga v.m.

- Hækkar oljunýstlan knappiliga, eigur tú at kanna tangan

- Eru húsini keypt frá øðrum. Tryggja tær so allar neyðugar upplýsingar um tangan frá fyrra eigaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder