Innanlands

Sunda kommuna hevur trupulleikar við tøð

Tøð eru latin í spillvatnsskipanina í fleiri av bygdunum í kommununi

Mynd: Sunda kommuna

Mynd: Sunda kommuna

2018-11-09 19:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Sunda kommuna hevur staðfest, at tøð eru latin í kommunalu spillivatnsskipanina í fleiri bygdum. Hetta hevur ført við sær, at høvuðsspillivatnsskipaninar eru typtar, og í teimum bygdum, har pumpustøðir eru, eru pumpurnar steðgaðar, skrivar kommunan á heimasíðuni. Í slíkum føri, er vandi fyri, at spillivatn kann flóta inn hjá teimum húsum, ið eru niðarlaga á leiðingunum. Eisini er vandi fyri, at pumpustøðirnar vera í ólagi ella fáa skaða.

Kunngerð nr. 53 frá 3. mai 1994 um umhvørvisreglur er soljóðandi:
§ 25. Køstar, mykjubrunnar, súrhoyggjabrunnar o.t. skulu verða vatntættir bæði í botninum og til veggirnar, hava tætt lok ella annað, sum forðar fyri avguvan og luktampum, og mugu ikki verða settir nærri enn 8 metrar frá sethúsi, skúla, kirkju ella almennum vegi uttan so, at bý- ella bygda(r)ráðið metir tað vera ógjørligt hjá viðkomandi at seta tílíkan bygning so langt burtur frá.

Stk. 2. Køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar o.t. skulu tømast so ofta, at eingin vandi er fyri, at teir flóta yvir.

Stk. 3. Tøð frá køstum og mykjubrunnum skal nýtast til taðing soleiðis, at hetta ikki elvir til dálking av áum ella er til ampa fyri fólk, ið búgva nærindis.

Stk. 4. Bý- ella bygda(r)ráðið kann seta forboð fyri nýtslu av køstum, mykjubrunnum, súrhoyggjabrunnum o.t., tá ið nýtslan elvir til vanda fyri dálking ella heilsuvanda.

Sunda kommuna heitir á allar borgarar, ið hava fjós og seyðahús, um ikki at lata tøð í spillivatnsskipanina.

Sunda kommuna heitir eisini á borgarar, um at kanna eftir, at spillivatns- og omanávatns leiðingar eru rætt íbundnar. Er borgarin varugur við ólag á spillvatnsskipanini, skal hetta boðast frá á kommunuskrivstovuni beinanvegin.

Sunda kommuna fer í næstum at kannað fjós og seyðahús, fyri at tryggja, at køstar, mykjubrunnar og súrhoyggjabrunnar lúka ásetingarnar í kunngerðini um umhvørvisreglur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder