Býráðið í Sunda kommunu samtyktið í gjár fíggjarætlanina fyri 2019.
Inntøkurnar eru mettar til kr. 82.246.000. Av hesum er persónsskatturin kr. 64.850.000 og partafelagsskatturin kr. 4.000.000. Raksturin er mettur til kr. 65.970.000. Sett er av kr. 52.310.000 til íløgur. Byggingin av nýggja skúlabygninginum við ítróttarhøll við Streymin er í hæddini og komandi ár verða brúktar 41,6 mió.kr. til hesa bygging. Restin av íløgunum verða nýttar til útstykking í Saksun, dagstovnaøkið, karmar til ferðavinnu og ítróttarøkið við Margáir.
Úrslitið, tá íløgur eru íroknaðar, verður mett -36.034.000, sum verður fíggjað við lántøku og av gjaldføri. Kommunan hevur upptikið lán til byggingina av skúla og ítróttarhøll. Við endan á 2019 verður bruttoskuldin 70 mió.kr. og nettoskuldin verður 58 mió.kr. svarandi til 0,83 ferðir álíkningina, skrivar kommunan á heimasíðu síni.
Skattaprocentið er óbroytt 21,5.
Barnafrádrátturin er 5.000 og dagstovnagjøldini eru óbroytt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald