Sundsverkið er nú altjóða góðkent fyri sítt góða arbeiðsumhvørvi eftir einum spildurnýggjum ISO-leisti, nevndur DS/ISO 45001:2018, sum hevur verið brúktur fyri fyrstu ferð í ár. Umleið 170 lond eru við í ISO-góðkenningarskipanini, og Sundsverkið er sostatt millum fyrstu arbeiðspláss um allan heim, sum fáa hesa góðkenning.
Tað er danska góðkenningarfelagið, FORCE Certification, ið hevur góðkent arbeiðsumhvørvið á Sundsverkinum. FORCE Certification er einasta góðkenningarfelag í danska ríkinum, sum hevur heimild at góðkenna fyritøkur eftir DS/ISO 45001:2018, og Sundsverkið er annað arbeiðsplássið í danska ríkinum, sum FORCE Certification hevur góðkent.
- Talan er um ein standard, sum tryggjar eitt gott arbeiðsumhvørvi, og næsta stigið hjá okkum er at víðka góðkenningina til alt SEV, sigur Annika F. Berg, leiðari fyri heilsu, trygd og umhvørvi hjá SEV við heimasíðuna hjá felagnum.
Slíkar góðkenningar eru ikki ókendar hjá SEV, sum áður hevur fingið góðkenningar innan umhvørvisvernd. Umhvørvisleiðsluskipanin á Sundsverkinum var fyri fyrstu ferð altjóða góðkend eftir DS/EN ISO 14001 í 2010, og tá Sundsverkið fekk hesa góðkenning endurnýggjaða í 2014, var tað við sera góðum skotsmálum. Seinni er umhvørsverndin hjá øllum elfelagnum vorðin góðkend eftir ISO 14001 leistinum, hóast kravið er, at bara Sundsverkið og Vágsverkið skulu hava hesa góðkenning.
- Eg taki hesar góðkenningar sum eitt herðklapp til bæði leiðslu og starvsfólk, og tað gevur okkum áræði áhaldandi at menna SEV sum arbeiðspláss, sigur Annika Berg, HTU-leiðari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald