Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru vit fleiri enn 1.800 fólk í Sunda kommunu. Tað hendi 13. november, tá Súsanna og Rúni í Streymnesi fingu ein son.
Lítli drongurin vigaði 4.330gr. Hann hevur ikki fingið navn enn. Hann eigur tvey eldri systkin sum eita Sára og Pætur.
Borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariasen, var í vikuni og ynskti familjuni tilllukku við soninum, sum er borgari nummar 1.800, og gav teimum eina heilsan frá Sunda kommunu.
1. januar 2005, tá kommunurnar løgdu saman, vóru 1.558 fólk í kommununi.
- Fólkatalið hevur sveiggjað nakað, men ongantíð eru vit farin niðurum 1.500. Kommunan er 4 yngst í Føroyum, tá talan er um miðalaldur, og her búgva nógvar barnafamiljur, sigur Sunda kommuna á heimasíðuni.
Hóast fólkatalið samlað er í vøkstri so eru smærru bygdirnar minkaðar í fólkatalið seinnu árini.
Yvirlitið yvir fólkatalið sæst her:
Bygdir |
2005 |
2018 |
Gjógv |
54 |
31 |
Haldórsvík |
162 |
114 |
Tjørnuvík |
71 |
57 |
Langasandur |
36 |
39 |
Hósvík |
297 |
320 |
Hvalvík |
219 |
255 |
Streymnes |
198 |
311 |
Saksun |
32 |
8 |
Oyri |
137 |
175 |
Oyrarbakki |
105 |
170 |
Norðskáli |
247 |
321 |
Tilsamans |
1558 |
1801 |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald