Innanlands

Svartkalvatúrurin hesaferð gav nakað meir enn seinasta ár

Magnus Heinason var á árliga svartkalvatúrinum kring Føroyar

Mynd: Hav.fo

Mynd: Hav.fo

2018-07-06 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum frá 23. mai til 3. juni var Magnus Heinason árliga svartkalvatúrin kring Føroyar. Veðrið var av tí besta, og túrurin gav sløk 15 tons, skrivar Havstovan á heimasíðu sína.

Tó er hendan nøgdin nakað minni enn farin ár, men har var lutfalsliga meira svarkalvi í hvørjum háli samanborið við seinasta ár.

148 magar vórðu kannaðir, og 527 nytrar vóru tiknar til aldursgreining (mynd). Nakrir sjáldsamir fiskar vórðu funnir, m.a. ein lítil tussafiskur, eitt slag av botn og uppsjóvarfiski, ið verður upp til 45 cm til longdar.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder