Innanlands

Svartur fríggjadagur í morgin

Amerikanska fyribrigdið veksur í Føroyum

2018-11-22 08:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgin er fríggjadagur, men ikki hvør sum helst fríggjadagur. Sonevndi Svarti fríggjadagur ella Black Friday er í morgin.

Fyribrigdið kemur úr USA, og hevur seinnu árini voksið seg stóra her í Føroyum. Nógvar fyritøkur borðreiða nú hvørt ár við tilboðum, summi góð, onnur minni góð. Longu nú eru fleiri handlar og fyritøkur, sum lýsa við tilboðum á svarta degnum.

Dagurin fellur altíð á dagin eftir Thanksgiving og í ár er hann í morgin, fríggjadag 23. november. Longu í 30’unum byrjaði jólahandilin í Amerika eftir Thanksgiving, men tey seinastu árini hevur tað fingið navnið Black Friday og er ógvuliga stórt í USA.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder