Uttanlands

Svensku myndugleikarnir vilja ikki mæla til at koppseta børn

Eins og í Noreg, so hava svensku heilsumyndugleikarnir valt ikki at mæla til at koppseta børn í aldrinum 5-11 ár. Í Føroyum er tað eitt sindur ivasamt, um tað er eitt tilmæli ella eitt tilboð

2022-01-28 07:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ivamál um hvørt tað er eitt tilmæli ella tilboð í Føroyum at børn millum 5 og 11 ár verða koppsett ímóti koronu.

Í Noreg hava boðini verið greið í eina tíð. Tað eru ikki nóg stórir fyrimunirnir viga ikki upp ímóti vandanum, sum kann standast av koppsetingini.

Nú eru svensku fólkaheilsumyndugleikarnir komnir fram til somu niðurstøðu sum norðmenn, sambært Reuters tíðindastovuni.

- Við vitanini, vit hava í dag, er tað lítil vandi fyri álvarsligari sjíuku fyri børn, og tí síggja vit ikki nakran stóran fyrimun at koppseta tey, segði Britta Bjorkholm, frá svenska fólkaheilsumyndugleikanum á tíðindafundi í gjár.

Hon legði afturat, at avgerðin verður tikin upp aftur um gransking kemur fram til nakað annað, ella um nýtt frábrigdi broytir farsóttina. Børn í vandabólki kunnu longu verða koppsett.

Í Føroyum er ivamál um tað er eitt tilboð ella eitt tilmæli. Danska heilsustýrið mælir til at koppseta børn, men Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverkinum, segði á tíðindafundi í síðstu viku, at tað er eingin góð grund at koppseta øll børn millum 5 og 11 ár.

- Tað er ikki nøkur góð grund til at koppseta øll børn undir 11 ár sum er. Men tað eru nøkur børn sum eru immunveik, hava lungasjúkur ella vøddasjúkur sum gera at tað er skilagott at koppseta tey, segði Tummas í Garði.

Á sama tíðindafundi vildi løgmaður kortini vera við, at tað var eitt tilmæli. 

Les eisini: Eingin góð grund at koppseta øll børn millum 5 og 11 ár


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder