Uttanlands

Svenskur journalistur sloppin heim úr Turkalandi

Kaj Joakim Medin, sum varð handtikin í Istanbul í mars og skuldsettur fyri yvirgang og fyri at háða turkiska forsetan, kom heim til Svøikis í na´tt eftir 51 dagar í turkiskum fongsli

Medin avmyndaður í Sýria í 2015 (Mynd: AFP)

Medin avmyndaður í Sýria í 2015 (Mynd: AFP)

2025-05-17 20:17 Author image
Alda Nielsdóttir

Svenski journalisturin, Kaj Joakim Medin, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður í Turkalandi síðan mars, er nú leyslatin og komin heimaftur til Svøríkis.

– Leingi livi frælsið, segði 40 ára gamli Medin, tá hann lendi í Stockholm í nátt.

Medin varð handtikin síðst í mars mánað og sat varðhaldsfonglsaður í Turkalandi í 51 dagar. Boðini um, at hann skuldi latast leysur komu brádliga.

Medin fór til Istanbul 27. mars at viðgera mótmælini í sambandi við handtøkuna av borgarstjóranum í býnum, Ekrem Imamoglu. Dagin eftir varð hann handtikin og m.a. skuldsettur fyri at háða turkiska forsetan, Recep Tayyip Erdogan.

Síðst í apríl fekk hann ein dóm fyri at hava deilt eina keipumynd av Erdogan. Eisini er hann skuldsettur fyri at hava tilknýti til yvirgangsfelagsskap og fyri at hava spreitt yvirgangspropaganda.

Hóast Medin hevur fingið loyvi at fara heim úr Turkalandi, eru skuldsetingarnar um yvirgang ikki sleptar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald