Sunnumorgunin eydnaðist tað bretska Ross Edgley at seta eitt óvanligt heimsmet. Hann hevði tá í 157 dagar svomið 2.800 kilometrar rundan um Bretland. Einir 300 aðrir svimjarar fylgdu honum, tá hann í gjár svam seinasta teinin til Margate í Kent, og kundi seta fótin á land fyri fyrstu ferð, síðan hann byrjaði langa svimjitúrin 1. juni.
33 ára gamli bretin er tann fyrsti, sum nakrantíð hevur svomið allan vegin rundan um Bretland.
Síðan túrurin byrjaði, hevur hann ikki sett fótin á land. Um næturnar hevur hann sovið umborð á fylgibátinum. Onkrar av døgunum hevur hann svomið í 12 tímar, skrivar BBC.
Ross Edgley hevur alla tíðina lagt út tíðindi frá svimjitúrinum á vanga sín á Facebook. Her hava fylgjarar kunnað sæð, hvussu vátdraktin, hann hevur svomið í hevur elvt til ógvuslig slitsár, og hvussu tonga hansara er flosnað orsaka av at hann hevur ligið so nógv í sjónum.
- Tað kenst sum um tungan er fallin sundur. Ein morgunin, tá eg vaknaði, lógu partar av tunguni á koddanum. Tað var óhugnaligt, skrivar hann.
Við BBC sigur hann, at svimjitøkini hava elvt til sprongdarskaðar í herðunum, og at hann nú má læra seg, hvussu hann kann ganga aftur.
Svimjitúrurin tók 157 dagar, men longu eftir 74 dagar tók hann metið fyri longsta svimjitúr nakrantíð. Tað metið átti fraklendingurin Benoit Lecomte, sum í 1998 svam í 73 dagar tvørtur um Atlantshav. Hesin fraklendingurin er í løtuni við at taka eitt nýtt met. Síðan 5. juni hevurhann svomið í Kyrrahavinum úr Japan og nærkast málinum, sum er San Francisco.
Sí film um óvanliga svimjitúrin túrin hjá Ross Edgley á BBC
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald