Í Svøríki verður nú heitt á handlar um ikki at selja leikuvápn, ið líkast veruligum vápnum.
Tað skrivar DR.
Orsøkin er, at svenska løgreglan hósdagin skeyt og drap ein 20 ára gamlan autistiskan mann við downs syndrom, tí hann hevði eitt leikuvápn, sum tey hildu vera ordiligt.
Tað er vinnusambandið Lek- och babybranchen, ið koma við áheitanini.
"Vit heita á leikahandlar um at steðga søluna av leikuvápnum, sum fólk kunnu halda vera ordilig," sigur formaðurin fyri Lek- och babybranchen, Alexandra Synnermark.
Sambært henni, kemur tað ofta fyri, at boð verða send eftir løgregluni, tá fólk halda seg hava sæð eitt skotvápn, sum seinni vísir seg ikki at vera ordiligt.
Leikuvápn skulu hava annan lit, so tað er lætt at kenna mun á leikur og verulig vápn.
"Tá man standur langt burturfrá, er tað ikki so lætt at síggja," sigur Alexandra Synnermark.
Handlar hava ikki skyldu til at gera eftir áheitanini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald