Ein 20 ára gamal maður við Downs syndrom var í gjáramorgunin skotin og dripin av trimum løgreglufólki í Stokkhólmi. Ungi maðurin var rýmdur heimani frá, og hevði eitt leikuvápn við sær.
- Hann gjørdi hetta ofta fyrr, men tað er langt síðani nú. Eg boðaði frá at hann var burtur, men eg fekk at vita, at løgreglan ikki hevði tøk fólk at fara at leita eftir honum, segði pápi unga mannin við svenska Aftonbladet.
20 ára gamli Eric Torell hevði eina leikubyrsu, sum er ætla fimm ára gomlu, við sær. Stjórin fyri serliga ákærumyndugleikan sigur við Aftonbladet, at Eric varð raktur av fleiri skotum frá løgregluni.
Eric varð skotin beint fyri klokkan 4 lokala tíð hósmorgun í miðbýnum í Stokkhólmi. Hann hevði víst fleiri fólki sítt vápn. Sambært løgregluni var hetta ein “hóttandi støða” og løgrelan varð noydd at skjóta. Eric lat lív um 6-tíðina á Kaolinska Universitetssjúkrahúsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald