Uttanlands

Svøríki hevur fatur á tí rætta

WHO-ovasti hevur rósandi orð til svensku koronastrategiina

Michael Ryan (Mynd: EPA)

Michael Ryan (Mynd: EPA)

2020-04-30 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ein misskiljing, tá Svøríki fær ábreiðslur fyri at hava koronavirusið leyst í samfelagnum uttan at hava sett neyðugar avmarkingar í verk.

Tað sigur Michael Ryan, sum er ovasti fyri brátilbúgvingini hjá heimsheilsufelagsskapinum WHO, sambært svensku TT-tíðindastovuni.

Michael Ryan rósar svensku koronaætlanini, sum hann kallar ”eitt framtíðar modell”.

- Eg haldi, at Svøríki umboðar framtíðar modellið. Um vit vilja aftur til eitt samfelag uttan stongsul, skal samfelagið tillagað seg í eina lutfalslita langa tíð har okkara fysisku og sosialu viðurskifti skulu laga seg eftir virussinum, sigur hann sambært TT.

Svenska ætlanin hevur annars vakt ans, serliga í skandinavisku londunum, har eitt nú Noreg og Danmark hava latið skúlar, skeinkistøð og matstovur aftur og hava sostatt upplivað nógv færri, sum eru deyð av korona, enn Svøríki hevur.

Svøríki hevur ongantíð latið eitt nú skúlar og skeinkistøð aftur.

443 smittað fólk við koronavirus hava latið lív í Danmark, sum hevur 5,8 milliónir íbúgvar. Í Svøríki búgva 10,2 milliónir fólk, og talið av deyðum við koronavirus er 2.462.

Michael Ryan, stjóri í WHO, heldur kortini, at Svøríki hevur havt eina góða ætlan.

- Svøríki hevur sett ein sterkan fólkaheilsupolitikk í verk viðvíkjandi frástøðu, røkt og vernd av fólki á røktarheimum og fleiri onnur tiltøk, sigur hann.

- Eg haldi, at vit kunnu læra av royndunum hjá okkara starvsfeløgum í Svøríki. Eg geri vart við, at Svøríki hevur kannað fyri covid-19 og hevur samtykt eina harða kós fyri at kannað tað í øllum partum av samfelagnum, sigur Michael Ryan.

Í gjár vardi svenski forsætisráðharrin, Stefan Löfven, svensku kósina.

- Tað eru lond við nógv harðari tiltøkum enn Svøríki, sum hava hægri deyðstøl. Tað er lætt at halda, at avbyrging og sóttarhald fær bilbukt við virussið, men so lætt er tað ikki, segði hann, sambært TT. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder