Apríl 2020 var deyðiligasti mánaðurin, sum Svøríki hevur upplivað í 27 ár. Tað upplýsa landsins myndugleikar í dag sambært Ritzau.
10.458 fólk doyðu í Svøríki í apríl. Tað er hægsta talið, Svøríki hevur upplivað í ein mánað síðan apríl 1993, tá 11.057 fólk doyðu.
Í 1993 doyðu 97.008 fólk í Svøríki. Tað var tað hægsta talið á andlátum landið hevði havt síðan 1918 undir sponsku sjúkuni.
Í Apríl í ár doyðu 101,1 fólk per 100.000 íbúgvar.
Hægsta talið á koronatilburðum í Norðurlondum
Svøríki er tað norðurlendska landið, sum er harðast rakt av koronafarsóttini.
Sambært seinastu tølunum, hevur Svøríki nú skrásett 30.377 tilburðir, og av teimum eru 3.698 deyð.
Sambært Worldometers.info, eru 234 tilburðir afturat staðfestir seinasta samdøgrið, og 19 fólk afturat eru deyð.
Talið á teimum, sum eru ella hava verið innløgd á intensivdeildum er 1.853.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald