
Komandi mikudag kunnu sviar síggja fram til, at flestu korona-avmarkingarnar í landinum verða settar úr gildi.
Tað upplýsti svenska forsætisráðkvinnan, Magdalena Andersson, á tíðindafundi í morgun.
Hetta merkir, at frá 9. februar verða tað ikki longur avmarkingar fyri til dømis at savnast. Heldur ikki verður longur krav um at bera munnbind í almennu ferðsluni.
Síðan koronasmittan byrjaði eru yvir 16.000 fólk deyð í Svøríki við covid-19. Til sammetingar er talið í Danmark 3.800. Í Svøríki búgva umleið 10 milliónir fólk, í Danmark 5,8.
Men smittutølini í Svøríki eru nú væl lægri enn í Danmark, sum slepti øllum sínum avmarkingum 1. februar. Í gjár vórðu staðfest 39.205 smittað í Svøríki og góð 55.000 í Danmark.
Ritzau vísir tó á, at hesi tøl ikki neyðturviliga siga, at smittan er størri í Danmark. Kanska er tað tekin um, at tað verða fleiri testað í Danmark enn í Svøríki, skrivar Ritzau.
Svøríki hevur ikki haft eins strong tiltøk galdandi og hini norðurlondini. Eitt nú vórðu matstovurnar ikki stongdar í sama mun sum í grannalondunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald