2018-09-25 09:36
Fleiri enn 200 ríkisdagslimir hava atkvøtt ímóti, at Stefan Löfven kann halda fram sum forsætisráðharri.
204 atkvøddu ímóti, og 142 atkvøddu fyri. Sostatt hevur hann meirilutan ímóti sær.
Enn er ógreitt, hvør fer at taka yvir eftir Löfven.
Valið 9. september gjørdist øgiliga tætt, og blokkarnir eru næstan heilt javnir. Hóast reyðgrøni blokkurin er eitt sindur størri enn tann borgarligi, hevur hann ikki ein greiðan meiriluta, skrivar TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald