Svøríki hevur í mun til nógv onnur lond, ikki latið samfelagið aftur fyri at forða spjaðingini av koronasmittuni. Handlar og matstovur hava framvegis opið, eins og skúlar og onnur arbeiðspláss.
Nú hava heilsumyndugleikarnir í landinum greitt frá, at tey miða eftir floksimmuniteti.
Hóast 1.400 sviar hava latið lív við koronasmittuni, heldur svenski ríkis-farsóttarfrøðingurin Anders Tegnell, at stríði móti smittuni í landinum gongur rætta vegin.
Hann metir at trý til fýra prosent av fólkinum í landinum vilja vera mótstøðufør tá vit koma til mai mánað.
Anders Tegnell og svensku heilsumyndugleikarnir eru sannførdir um, at tað gongur ikki long tíð áðrenn mótstøðuføri fer at seinka spjaðingina av smittuni.
-Vit eiga at síggja eina ávirkan av mótstøðuførinum hjá íbúgvunum, sum lutvíst kann greiða frá, at talið av nýggjum smittaðum fellur i Stokkhólmi nú. Tey, ið rokna uppá tað siga, at tað kemur at ganga nakrar vikur áðrenn vit fáa ein floksimmunitet, ið kann tálma smittuni ordiliga. Men mátingar eru ávegis sigur hann.
Í Svøríki vóna heilsumyndugleikarnir, at man er betri útgjørdur til, at handfara aðru bylgju av koronasmittuni, tá hon kemur í heyst, um so nógv sum gjørligt hava havt sjúkuna áðrenn tað, og harvið eru mótstøðufør.
Anders Tegnell metir, at tá upp í móti 15-20 prosent av fólkinum hava havt smittuna, kann man veruliga síggja ein ávirkan av ferðini á smittuspjaðingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald