placeholder
Uttanlands

Svøríki setir meir inn móti korona

Fimm milliardir settar av til at seta ferð á koppseting og smittuverju

Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðharri (Mynd: SVT)

Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðharri (Mynd: SVT)

2021-04-06 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenska stjórnin setir nú sjey milliardir krónur – tað er umleið fimm milliardir í okkara krónum – av til at berja niður covid-19 sjúkuna og til økta røkt og koppseting.

Tað upplýsti Magdalena Andersson, fíggjarmálaráðkvinna, og Lena Hallengren, almannamálaráðkvinna, á einum tíðindafundi í morgun.

- Vit lata pengarnar fyri at seta ferð á koppsetingina og styrkja smittuverjuna, segði Magdalena Andersson.

Pengar verða eisini latnir út til landspartarnar og teirra stríð móti farsóttini.

Svøríki hevur slept mállinum um at øll skulu hava fingið eitt tilboð um koppseting innan 1. juli. Tað upplýsti Lena Hallengren á einum tíðindafundi skírisdag.

Dagurin er nú fluttur til 15. august, segði hon. Orsøkin er, at Svøríki ikki hevur nóg mikið av koppingarskamtum.

Nýggja ætlanin sigur, at øll oman fyri 65 ár skulu hava fingið minst annað prikið móti korona innan 16. mai. Øll yvir 18 ár skulu hava fingið fyrsta prikið innan 15. august.

Koppsetingarmálið varð sett í desember, og ætlanin var at hava brúkt 17,4 milliónir skamtar móti endanum av juni. Nú roknar Svøríki við at hava brúkt 10,9 milliónir skamtar til ta tíð, skrivar TT-tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder