Uttanlands

Svøríki: Ulf Kristersson uppgivið at skipa stjórn

Liberalerna og Centerpartiet hava vrakað uppskotið hjá Ulf Kristersson um at skipa stjórn saman við Kristdemokraterna

2018-10-14 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Formaðurin hjá Moderaterna, Ulf Kristersson hevur uppgivið at skipa eina borgarliga stjórn í Svøríki.

Tað segði hann í dag á tíðindafundi, eftir at hava hitt talmannin.

"Eg eri enn til reiðar at verða forsetisráðharri. Men eg havi boðað talmanninum frá, at tað ikki kann lata seg gera sum nú er. Eg haldi tað er harmiligt," segði Ulf Kristersson sambært Politiken.

Hesi boðini koma, eftir at borgarligu flokkarnir Liberalerna og Centerpartiet hava vrakað uppskotið hjá Ulf Kristersson um at skipa eina borgarliga stjórn saman við Kristdemokraterna.

Tey borgarligu hava ikki nóg nógvar sessir til at skipa stjórn einsamallir. Fyri at skipa stjórn noyðast teir at fáa stuðul frá reyða blokkinum ella frá Sverigedemokraterna.

Valið í september gav borgarliga blokkinum 143 sessir og reyð-grøna blokkinum 144 sessir. Sverigedemokraterna fingu 62 sessir, men sum nú er ynskir eingin at skipa stjórn saman við teimum.

Síðan Sviar fóru á val 9. september hevur tað enn ikki verið møguligt at skipa stjórn. Royndin hjá Ulf Kristersson var tann fyrsta av fýra møguligum. Eydnast tað ikki aftaná fýra royndum, má nýval útskrivast í Svøríki.

Sambært Talmanninum, Andreas Norlén, sum hevur til uppgávu at útpeika næsta forsetisráðharran, fer hann í morgin at peika á sítt næsta boð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder