Mentamálaráðið gjørdi herfyri vart við, at ætlanin var at umskipa Føroya Symfoniorkestur frá at vera felagsskapur til at vera ein sjálvognarstovur, og at Tórshavnar kommuna skuldi vera ein av stovnarunum. Tórshavnar kommuna hevur latið fastan árligan rakstrarstuðul til orkestrið.
Í uppskoti er stýri við fýra limum, har MMR velur ein, sum er formaður. Tórshavnar kommuna skal eftir hesum hava ein lim. Stýrið setur (orkestur)stjóra fyri stovnin. Stýrið kann harumframt seta fastan dirigent og verkætlanarleiðara. Orkesturstjórin mannar formliga orkestrið.
Ein trímanna programmnevnd hevur saman við orkesturstjóranum listaligu leiðsluna av orkestrinum og ger konsertskrá. Í aðra máta virkar hetta í stórum sum stýrið fyri Tjóðpall Føroya, tó at Tjóðpallurin er almennur stovnur.
Tórshavnar býráð hevur sett Jákup Simonsen sum fastan stýrislim og Honnu Simonsen sum varalim í stýrið fyri sjálvsognarstovnin.
Innanlands
Symfoniorkestrið umskipað til sjálvsognarstovn
Í uppskoti er stýri við fýra limum
Mynd: Tórsshavnar kommuna
2018-12-05 11:20
Roknað verður við, at Føroya Symfoniorkestur fer at hava fastan heimstað í nýggja Musikkskúlanum, sum verður liðugur komandi summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald