2023-03-04 09:55

Ein vanlukka í Klaksvík hevur kravt eitt mannalív.
Seinnapartin í gjár, datt ein maður av einum byggipalli uttanfyri húsunum hjá sær, sum varð settur upp í sambandi við umvælingararbeiði. Maðurin doyði á staðnum.
Hetta hendi um 17-tíðina í gjár, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Málið verður nú kannað nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald