Fyri 34 árum síðani, í apríl 1986 var Evropa hótt av geislavirki frá kjarnorkuverkinum Tjernobyl í Ukreina.
Nú hóttir økið aftur við at spjaða geilslavirkni út um landamørkini.
Ein óvanliga lýggjur og turrur vetur er nú orsøk til, at fleiri skógareldar loga í avbyrgda økinum kring kjarnorkuverkið.
- Vit kunnu í løtuni ikki siga, at vit hava tamarhald á eldunum, sigur Kataryna Pavlova, leiðari fyri statsliga stovninum, sum hevur eftirlit við økinum við The New York Times.
Eitt sindur ymist er hvussu virkin geislingin frá økinum er. Tað kann skifta millum einki og upp í ein radioaktiva geisling, sum er tríggjar ferðir hægri, enn vanligt í náttúruni, skrivar NRK.
Og nú er geislingin upp í 16 ferðir hægri enn vanligt, tí gras, runnar og trø standa í ljósum loga og draga geislavirkni upp úr moldini.
Ukreinski miðilin strana.ua skrivar, at yvir 300 sløkkiliðsfólk nú stríðast við eldslogunum. 85 sløkkiliðsbilar, trý flogfør og tríggjar tyrlur eru við í sløkkingararbeiðinum.
Vandi er fyri, at eldurin breiðir seg til fyrrverandi kjarnorkuverkið, og tað royna tey nú at forða fyri.
Inni í Tjernobyl-økinum búgva nøkur hundrað fólk, sum noktaðu fyri at flyta heimanífrá.
Nú hava tey fingið boð um at rýma orsaka av eldsvandanum og geislingini.
Myndugleikarnir meta eisini, at roykurin frá eldunum er við at nærkast landsins høvuðsstaði, Kiev.
Men tey leggja dent á, at geislavirknið í roykinum er somikið tynt, at tað ikki er til nakran vanda fyri heilsuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald