Uttanlands

Tað hjálpir at rudda strendurnar

Ruddingarátøk síggjast aftur í hagtølunum

(Mynd: Clean up Lofoten / NRK)

(Mynd: Clean up Lofoten / NRK)

2020-03-03 10:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

At taka eina fløsku ella plastposa kann tykjast sum ein dropi í havinum. Men tað hjálpir at rudda strendur og fjøru, hóast tað framvegis eru stórar mongdir av avfalli, sum verða tveitt út í náttúruna.

Tað vísir ein nýggj granskingarfrágreiðing, har norskir granskarar hava kannað mongdina av burturkasti á strondunum í Lofoten frá 2011 og fram til 2018.

- Niðurstøðan er, at tað hjálpir at rudda. Kanningarnar geva prógv um, at burturkastið á strondunum í Lofoten er í minking, sigur Marthe Larsen Haarr, sum arbeiðir á privata granskingar- og ráðgevingarstovninum SALT í Svolvær við NRK.

Tølini stava frá yvir 1.600 sjálvbodnum, sum á hvørjum ári hava luttikið á yvir 800 ymsum ruddingarverkætlanunum.

- Samlaða mongdin av burturkasti, er minkað 25 kilo pr. 100 metrar av strond hesi seinastu árini, og tað er óvæntað nógv, sigur Haarr.

Frágreiðingin vísir, at stórur partur av avfallinum, sum rekst í fjøruni í Lofoten stavar frá fólki, sum býr í økinum.

Lofoten er eitt serligt økið. Oyggjabólkurin stingur seg langt út í Noregshav, har fleiri havstreymar hittast. Nógvur reki er tí júst har, og tað er helst eisini orsøkin til, at Lofoten er tað økið í Noregi, har flest fólk eru við til at rudda strendurnar.

Í frágreiðingini kemur millum annað fram, at í Noregi verður um leið eitt prosent av samlaðu strandarlongdini ruddað á hvørjum ári. Í Lofoten verða 5 prosent ruddað.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder