Innanlands

Tað týdningarmesta er at fáa vanlukkurnar kannaðar

Nýggj ferðslutrygdarætlan er løgd fram í dag

Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, handar landsstýrismanninum nýggju Ferðslutrygdarætlanina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, handar landsstýrismanninum nýggju Ferðslutrygdarætlanina (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2019-06-21 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá óhapp henda á sjógvi ella í luftini, so verður altíð ein djúptøkin kanning gjørd av orsøkini til hví óhappið hendi. Í fleiri førum verða slíkar kanningar gjørdar, eisini um óhappið ikki hendi, men bara vær nær við – serliga í flogferðsluni.

Um hugsað verður um, at tað doyggja upp í fleiri flogfør um vikuna á vegakervinum kring um í heiminum, so er tað at undrast yvir, at tað ikki verður gjørt meira fyri at kanna hví óhappið hendir. Londini kring um okkum hava skaðanevndir, men ein slík er ikki í Føroyum.

Hetta eigur at broytast. Tí er týdningarmesta tilmælið í nýggju ferðslutrygdarætlanini, at eitt kanningararbeiði verður sett í verk hvørja ferð álvarsligar ferðsluvanlukkur henda, sum kann útgreina, hvussu og hví vanlukkan hendi.

Endiliga nýggj ætlan
Í dag fekk Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, handaða nýggja Ferðslutrygdarætlan, sum er galdandi fyri árini 2019 til 2027. Arbeiðið við at orða nýggju ætlanina varð sett í verk júst sum Heðin Mortensen var setstur í landsstýrissessin.

- Tað bar so í bandið, at landsstýrismannaskiftið og stjóraskiftið í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hendi nøkulunda samstundis. Tá vit høvdu móttøku fyri okkara nýggja stjóra, Lovisu Petersen Glerfoss, kom nýggi landsstýrismaðurin á gátt. Prátið kom inn á samferðsluætlanina, sum ikki varð endurnýggjað, og síðan gekk taðskjótt við at fáa arbeiðið sett í gongd, greiddi Kári Thorsteinsson, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá, tá ætlanin varð løgd fram í Tinganesi fyrrapartin.

Fyrsta ferðsluætlanin fyri Føroyar varð gjørd í 2007 og var galdandi fyri árini fram til 2015. Tað var ætlanin, at ætlanin skuldi endurskoðast longu í 2012, men hetta kom ongantíð í lag.

- Nógv góð orð vórðu søgd av skiftandi landsstýrisfólkum, men einki hendi, og arbeiðið datt niðurfyri. Tí eru vit ómetaliga fegin um at ein nýggj ætlan nú er komin, tí hetta er týdningarmesta amboðið hjá okkum, sum arbeiða við at bøta um ferðslutrygdina í landinum, segði Kári Thorsteinsson.

[object Object]
Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd leggur fram (Mynd: Olavur Frederiksen)

70 tilmæli
Í nýggju ferðslutrygdarætlanin eru 70 tilmæli, harav tilmælið um at seta niður eina skaðakanningarnevnd í sambandi við vanlukkur hevur fremstu raðfesting.

At fáa nágreiniligari ferðsluhagtøl hevur næstovastu og at gera ferðsluætlanina til eitt dynamiskt skjal, sum allatíðina verður endurnýggjað hevur triðhægstu raðfesting, segði Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

Ætlanin setir fokus á átta økir. Tey eru:

  • Ov nógv ferð
  • Rúsdrekka, rúsevni og heilivágur
  • Gáloysni
  • Manglandi nýtsla av trygdarbelti og hjálmi
  • Bleyt ferðsla (fólk tilgongu, fólk á súkklu og fólk á prutli)
  • Ungir bilførarar frá 18-24 ár
  • Stakóhapp og møtióhapp
  • Ferðafólk

Málsetningar eru eisini settir fyri hvørt øki. Og fremsti málsetningur er – eins og í seinastu ferðslutrygdarætlan – at minka um óhappini við fólkaskaða við 30 prosentum, so at tað í mesta lagi verða 21 óhapp tá vit eru komin fram til 2027.

Les eisini: Nýggj mál setast fyri at halda nullhugsjónina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder