2023-12-28 08:54
Tað hevur eftir øllum at døma verið meira vindur í Hetlandi enn í Føroyum í nátt.
Tað gekk serliga út yvir væl kenda Shetland Hotel, sum liggur við havnina í Lerwick beint omanfyri farstøðina, har Norrøna plagdi at leggja at, tá Lerwick var ein partur av rutunetinum hjá Smyril Line.
Í morgun varð staðfest, at ein stórur partur av tekjuni hevði rivið, og tí var neyðugt at steingja høvuðsvegin fram við havnini, meðan skaðin verður bøttur og bygningurin kannaður fyri skaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald