Danska ferjan Regina Seaways er uppsteðgað í Eystursjónum út fyri russiska býnum Kaliningrad. Fyrst hoyrdist at talan var um eld umborð á ferjuni, men hetta vísir seg nú ikki at verða rætt.
Ferjan steðgaði upp klokkan 12 í dag, tá hon var á veg úr Kiel í Týskland til Klaipeda í Litava. Samskiftisstjórin í DFDS Seaways, sum eigur ferjuna, sigur við EB.dk, at talan er um at høvuðsmaskinan steðgaði upp.
Í tíðindaskrivi, sum felagið hevur sent til útlendskar miðlar, stendur, at ein oljutoka setti gongd í sløkkiskipanina í maskinrúminum.
294 ferðafólk eru umborð, meðan manningin telur 41. Eingin hevur fingið skaða, men ferðafólkið fekk boð um at gera klárt til at fara av skipinum. Nú verður sagt, at hetta ikki er neyðugt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald