Grindaboð hoyrdust í morgun úr Sandvík, har nakað av grind var inni á fjørðinum. Grindin var í trimum bólkum, ein norðanfyri í fjørðinum, ein inni við tangan, meðan triði bólkurin lá inni við keiini. Avgjørt var at reka grindina til Hvalbiar, av tí at Sandvík ikki er góðkend hvalvág.
Birgir Toftheyggj, grindaformaður í Hvalba, sigur, at grindin er komin heim um nesi, og at mett verður, at talan er um 80-100 hval.
- Tað hevur gingið væl at reka hana um nesi. Bíðað varð eina løtu eftir at fleiri bátar skuldu koma við og nú fara teir spakuliga inn eftir fjørðinum, sigur Birgir Toftheyggj.
Eini 6-8 bátar eru hjá grindini, og grindaformaðurin metur, at grindin leggur beinini um hálvan tíma ella so.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald