Innanlands

Talgildu Føroyar seta sjóneykuna á Blockchain

Hvussu hugsa vit tøknina inn í okkara fyrisitingarligu loysnir?

2019-04-04 16:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánadagin 8. apríl skipar Gjaldstovan fyri almennum kunningardegi um Blockchain. Sjóneykan verður sett á, hvørja ávirkan Blockchain kann hava á okkum og fyrisitingarligu loysnirnar, sum eru grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi.

Blockchain, sum er tøkniligi pallurin undir Bitcoin og ørgrynnu av øðrum kryptogjaldoyrum, hevur verið nógv umrøddur seinastu árini, og FinTech tøknin spjaðir seg alt meira til almenna fyrisiting. Fleiri ítøkiligar verkætlanir eru í gongd runt heimin, har Blockchain er grundarlagið undir loysnunum.

Sum størsti KT stovnur í Føroyum metir Gjaldstovan, at almennu Føroyar ikki skulu gerast eftirbátar á hesum øki.

At greiða frá tøknini koma tveir serfrøðingar innan økið.

Roman Beck er professari á IT Universitetinum í Keypmannahavn. Roman hevur stovnað European Blockchain Center, hvørs endamál er at verða leiðandi innan ráðgeving og loysnir innan Blockchain. Roman Beck er altjóða viðurkendur sum ein av fremstu granskarum innan Blockchain búskap og hevur skrivað fleiri vísindaligar greinar um Blockchain. Roman er ráðgevi fyri 15 - 20 stjórnir í ymsum londum, m.a. Kina, Danmark og Russland og í fyri fleiri altjóða arbeiðsbólkar.

Kim Peiter Jørgensen er granskari í Blockchain og undirvísir bæði á Universitetinum í Keypmannahavn og Handilsháskúlanum í Keypmannahavn. Kim starvast eisini sum ráðgevi fyri fleiri fyritøkur og almennar stovnar í Europa.

Kunningardagurin er ætlaður fólki, ið eru áhugaði í KT tøkni, sum ynskja at skilja Blockchain. Tað kunnu verða fólk, ið arbeiða við talgildum strategium og loysnum í almenna geiranum.

Tiltakið verður hildið í Smæruni í J.H Schrøtersgøtu 7.

- Talgildu Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder