Innanlands

Talgildur norðurlendskur fundur um 5G og “tilgjørt vit”

Greitt varð millum annað frá ætlanunum hjá føroysku telefeløgunum um 5G

Mynd: Fíggjarmálaráðið

Mynd: Fíggjarmálaráðið

2018-08-29 10:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, luttók mánadagin á fundi í MR-Digital, ið er eitt ráðharraráð undir Norðurlandaráðnum, ið hevur til endamál at styrkja um samstarvið innan talgilding millum Norðanlondini og tey baltisku londini.

Valt varð at halda fundin talgilt. Talan var um ein sokallaðan “on-line”videofund, ið varð skipaður av svensku stjórnini, sum hevur formansskapin í Norðurlandaráðnum.

Á skránni vóru tvey evni. Fyrra evnið var uppfylging av norðurlendska og baltiska semjuskjalinum, og tí har til hoyrandi virkisætlanin, um samstarv innan menning av 5G tøkni landanna millum. Seinna evnið varð samstarv og vitanardeiling tá umræður “tilgjørt vit” (Artificial Intelligence).

Landsstýriskvinnan greiddi millum annað frá ætlanunum hjá telefeløgunum í Føroyum at breiða út 5G tøkni, og fegnaðist um at Norðurlond og baltisku londini samstarva um vitan og menning innan økið.

Kjakast varð eitt nú um avbjóðingar og møguleikar við nýggju tøknini. Politikkir, lóggáva, frekvensir, gransking og royndarverkætlanir vóru eisini til umrøðu. Eisini vóru etiskar avbjóðingar í mun til “tilgjørt vit” og nýtslu av hesum í framtíðini viðgjørdar.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder