
Hvørki USA ella Stórabretland sleppur at vera í Afghanistan eftir 31. august. Tað sigur Suhail Shaheen, talsfólk hjá Taliban, nú tey í Stórabretlandi hava boðað frá, at tað helst fer at taka longri tíð enn ætlað at flyta fólk úr Afghanistan, og USA sigur seg verða sinnað at kanna møguleikan at leingja freistina.
– Biden forseti boðaði frá, at tey høvdu tikið allar hermenn úr Afghanistan 31. august. So um tey leingja tað, merkir tað, at tey leingja teirra herseting, og tað hava vit ikki brúk fyri, sigur hann við Sky News.
– Um USA ella Stórabretland spyrja um eyka tíð til at flyta fólk burtur, er svarið nei. Annars fær tað avleiðingar. Tað fer at skapa misálit millum okkum. Um tey ætla at leingja hersetingina, fer tað at framprovokera eina reaktión.
Les eisini: Stórabretland: Verða væntandi liðug at flyta fólk úr Afghanistan í september
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald