Innanlands

Talið á gistandi gestum veksur alsamt

Fólk á frítíðarferð minkar meðan talið av fólkum á starvsferð veksur

Hotel Streym (savnsmynd)

Hotel Streym (savnsmynd)

2018-12-05 22:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talið av fólkum, sum búgva á føroyskum hotellum og gistingarhúsum veksur alsamt. Hagstovan hevur í dag kunngjørt nýggjastu tølini, sum vísa at vøksturin fyri tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár er vaksin 4,3 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør.

Tað vóru 128.330 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár, býtt á 52.232 persónar. Talið av persónum er tó umleið tað sama sum í fjør, og sostatt er talan um eina longri meðallongd í ár, vísir Hagstovan á.

Hesi tølini eru bert galdandi fyri gistingar á gistingarhúsum, og tí eru aðrir háttir, so sum ból og biti, leigað hús og íbúðir og kamping ikki tikin við. Orsøkin til at vælumtókti gistingarhátturin Airbnb ikki er við er, tí Hagstovan ikki hevur atgongd til upplýsingar hesum viðvíkjandi.

Uppteljingin av hvaðani fólkini koma vísir, at ein triðingur av gistingunum vóru hjá ferðafólki úr Danmark, ein fimtingur úr øðrum norðurlondum, ein annar fimtingur úr øðrum londum í Evropa, aftur ein knappligur fimtingur úr Føroyum og tey síðstu 8 prosentini úr londum uttan fyri Europa.

Í ár hendi eisini ein merkisverd broyting í samansetingini av gestunum, har talið av teimum við starvsferðarørindum vaks við meir enn 50 prosent, meðan tey, sum gistu við frítíðarendamáli, vóru 15 prosent færri.

Hagstovan hevur innheintað hagtøl fyri gistingar síðan 2013, og afturlítandi tølini vísa stórt sæð, at hvønn einasta mánaða hesi árini er talið av gistingum hækkað í mun til sama mánaða árið fyri.

Tølini fyri hvaðani gestirnir eru vísa, at størstur vøkstur er hjá fólki úr Íslandi og Svøríki, har vøksturin er ávikavist 31 og 24 prosent. Størsti lutfalsligi vøksturin er tó á fólki úr Asia, sum er vaksin við 49 prosentum.

Tað eru eisini broytingar í tølunum millum Suðurstreym og Føroyar annars. Í Suðurstreymi økjast gistingarnar við umleið 5.500, men tær eru óbroyttar í Føroyum annars. So at nú eru stívliga 70 prosent av gistingunum í Suðurstreymi.

Tá hugt verður eftir hvørjum ørindum tey gistandi eru í, so er ein broyting hend við tað at talið av fólki, sum gistir í sambandi við starvsferðir, er vaksið við umleið 7.500, meðan talið av frítíðarinnskrivingum minkaði við umleið 5.500, skrivar hagstovan.fo. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder