Uttanlands

Talið á smittaðum nærkast 700.000

Fleiri enn 683.000 hava fingið staðfest koronasmittuna – tey flestu eru úr USA, Italia og Kina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-03-29 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í skrivandi stund hava 683.504 fólk um allan heimin fingið staðfest koronasmittuna, og deyðstalið er komið upp á 32.139.

Tað vísa hagtøl hjá heimasíðuni worldometers.info.

Hagtølini vísa eisini, at 146.396 fólk higartil eru staðfest frísk. Sostatt er talið á fólki, sum í løtuni eru smittað, beint omanfyri hálva millión.

Kina, sum er upprunastaðið hjá nýggja koronavirusinum, var leingi tað landið, sum hevði flest skrásettar smittutilburðir, men nú hava bæði USA og Italia yvirhálað Kina.

USA hevur gott 124.000 skrásettir tilburðir, og Italia hevur gott 92.500. Kina hevur uml. 81.500

Italia er eisini tað landið, har flestir koronasjúklingar hava latið lív. Har eru fleiri enn 10.000 deyð. Spania liggur beint aftanfyri við fleiri enn 6.000 andlátum, og síðani kemur Kina við 3.300.

---

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder