Uttanlands

Talið á deyðum í Indonesia veksur

Deyðstalið er nú komið upp á 832

Mynd: DR

Mynd: DR

2018-09-30 11:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Hetta er longu ein syndarlig hending, men tað kann gerast nógv verri," sigur Reyði Krossur um støðuna í Indonesia, sum fríggjadagin varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta og síðani einari flóðaldu.

Talið av deyðum er nú tvífaldað síðan í gjár. Í gjár varð boðað frá, at næstan 400 fólk høvdu latið lív, men nú er talið komið upp á 832.

Sambært Reyða Krossi eru 1,6 milliónir fólk ávirkaði av jarðskjálvtanum og flóðalduni.

Sambært indonesiska varaforsetanum er veruliga deyðstalið møguliga fleiri túsund.

Serliga býurin Palu er hart raktur. Sambært myndugleikunum eru 821 av teimum deyðu úr Palu.

Býurin varð raktur av einari stórari flóðaldu, sum sigst at hava verið seks metrar høg, eftir jarðskjálvtan, sum varð máldur 7,5 á Richter-stiganum. Í Palu búgva uml. 335.000 fólk.

Býurin Donggala er eisini hart raktur av jarðskjálvtanum, men enn er ikki greitt, hvussu nógv hava latið lív har.

Sum nú er, hevur mann bert havt samband við Palu, tí at streym- og samskiftislinjur enn eru avskornar, so tí fæst samband ikki við hini økini, sum eru rakt, og sostatt ber ikki til at gera eina meting av skaðunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder