2019-04-08 08:54
Talið á skrásettum ferðsluóhappum í Føroyum er minkandi. Tað vísa ferðsluhagtøl seinastu 20 árini.
Seinastu árini hevur løgreglan skrásett millum 500-650 ferðsluóhapp árliga, skrivar KVF. Tað kom fram á ársfundinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Av øllum ferðsluóhappunum er ein fimtingur parkeringsóhapp, 30-40 óhapp hava fólkaskaða við sær, og rúsdrekka er atvoldin til millum 15 til 30 ferðsluóhapp árliga, vísa tøl hjá Landsverk.
Vanliga doyggja millum 1 til 6 fólk árliga í ferðsluni, men í 2018 doyði eingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald