Innanlands

Tamarhald á oyðileggjandi skógareldinum í Kalifornia: 85 fólk latið lív

Framvegis eru 249, sum ikki eru komin aftur í aftur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-11-25 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sløkkiliðsfólkini í Kalifornia, hava nú fingið tamarhald á skógareldinum, sum hevur herja í Norðurkalifornia og fjallabýnum Paradise síðani 8. november.

Tað upplýsa myndugleikarnir í økinum, skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.

Áður ljóðaði, at 475 fólk ikki vóru komin aftur í aftur, men nú er talið minkað niður í 249 fólk. Paradise var væl umtókt millum pensionistar, og ein fjórðingur av íbúgvunum vóru fólk yvir 65 ár. Tey flestu av teimum, sum eru funnin deyð, eru pensionistar.

Ógvusligi eldurin hevur oyðilagt 14.000 heim og 62.000 hektarar av jørð eru uppkolaðir.

Bjargingartænasturnar í økinum høvdu ynskt sær nakrar dagar afturat við turrveðri, so alt økið kann gjøgnumgangast. Men frá týsdegnum til sunnudagin verður sagt frá nógvum regni í fjallaketuni Sierra Nevada.

Hetta kann forða arbeiðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder