Innanlands

Tann skjótasti koyrdi 114 km/t

Tríggir bilførarar fingu klipp í kortið, meðan ein akkurát slapp undan

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-10-16 11:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Løgreglan var úti og gjørdi ferðamátingar í gjárkvøldið og í nátt, og hetta kostaði trimum bilførarum klipp í kortið.

Í gjárkvøldið um 21 tíðina gjørdi løgreglan kanningar á Streymoynni, og har varð ein bilførari máldur at koyra 114 km/t. Hetta gevur klipp í koyrikortið.

Í nátt vórðu ferðamátingar gjørdar Millum Fjarðar og í Norðskálatunnlinum, og har vóru tríggir bilførarar steðgaðir. Tveir teirra fingu klipp í koyrikortið, tí at hesir koyrdu ávikavist 105 og 107 km/t, meðan tann triði var heppin og slapp undan við skrekkinum, tá hesin koyrdi 104 km/t, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder