Innanlands

Tannheilsan hjá føroyskum børnum batnað

Tannheilsan kann tógerast uppaftur betri

2018-12-14 11:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nýggj frágreiðing staðfestir, at hóast tannheilsan hjá føroyskum børnum er batnað nógv, kann hon gerast uppaftur betri.

Talið av børnum við frískum tonnum, t.e. tenn við ongum holum, hevur verið støðugt vaksandi hesi árini. Eitt nú høvdu bert 12 prosent av teimum 12 ára gomlu frískar vaksnamannatenn í 1991. Í 2017 er hetta talið 61 prosent.

Eisini er tannheilsan hjá smærri børnum alsamt batnað. Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum 5 ára gomlu frískar barnatenn. Í 2017 er hetta talið 73 prosent.

Yvirhøvur eru Føroyar á sama støði sum hini Norðurlondini bæði viðvíkjandi tilboðum um tannrøkt til børn og ung og viðvíkjandi úrslitum, ið eru rokkin til frama fyri tannheilsuna hjá teimum, skrivar Heilsu- og innlendismálaráðið.

Í nýggju frágreiðingini um tannheilsuna hjá børnum vísir SEF-nevndin hjá Tannlæknafelagnum á, at ynskiligt er at minka munandi um kariestilgongdina. Serligur dentur má leggjast á at minka um talið á børnum við álvarsamari kariessjúku og at vaksa um talið á børnum, sum hava heilt frískar tenn.

Endamálið er, at so nógv sum yvirhøvur gjørligt varðveita frískar og sterkar tenn alt lívið, og sjálv verða før fyri at røkja sínar tenn.

Tannlæknafrágreiðingin um kariesskráseting 1991-2017 kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder